Navn: Peter Leon Lorenzen
Føddur: 10.11.68.
Arbeiði: 1. Meistari umborð á Fagraberg.
Hvat lívsstarv hevði tú valt, um tú ikki valdi sum tú valdi?
Astronaut
Hvørji góð rað vilt tú geva teimum, sum velja sama lívsstarv sum tú?
Hava gott tol, hanga í......
Hvat hevði tú gjørt um tú vanst eina millión?
Keypt ein Targa bát.
Og um tú vanst 10 milliónir?
Keypt ein størri Targa bát, annars hevði daglidagurin verid tann sami.
Hvat gleðist tú mest um í tí dagliga?
At familjan hevur tað gott.
Hvat kann gera teg illan í tí dagliga?
At blíva útpurraður kl 6 um morgnum.
Hvat gert tú tá tú slært teg leysan?
Smyrji mær ein góðan matpakka, og fari ein túr út á fjørðin, og so ein túr út at eta um kvøldið við konuni.
Er nakað tú elskar at øsa teg upp um?
Tá sveisiapparati ikki riggar. ella ein RSW ventilur ikki vil opna.
Hvat ár var tað besta?
2008, annars hava øll árðini givið okkurt gott.
Hvat hevur verið ringasta tíðin í lívinum?
Veit ikki orduliga, men mest tá ið man hevur mist onkran góðan.
Definera eitt gott lív?
At hava eina góða heilsu, og eina familiju og vinir, sum man elskar
Hvønn søguligan persón kundi tú at hugsa tær at hitt?
Fyrsta Løgman í Føroyum, ( Gilla )
Um tú endaði á einari oydnari oyggj, hvørja bók vildi tú haft lisið?
10 gode råd at overleve.
Um tú hevði platu/fløguspælara við, hvørja platu hevði tú valt?
Journey
Hevur tú húsdýr?
Ja.. ein Chihuahua, vigar 500 gram.
Hvat er tín lívrættur?
Føroyskur matur, serliga ræst kjøt.
Hvat er tað ringasta, tú kanst fáa at eta?
Lasagne
Hvør er besti sjónleikari í verðini?
Mel Gibson. Al Pacino, , Charlie Chaplin og Jakup Weihe.
Hvør er besti filmur í er gjørdur?
Armageddon.
Hvat dámar tær best at síggja í Svf ?
Dagur og Vika, tá hon er longur enn 10 min.
Hvat damar tær best at hoyra í Ùf ?
MORGUNLESTURIN.
Nær keypti tú seinast tær sjálvum eitt plágg?
Eina skjúrtu á Jólum, + 4 pør av Bjørn Borg undurbuksum.
Hvat er stórsta hóttanin móti heimsfriðinum?
Torbjørn Jacobsen.
Hvar vilt tú helst búgva?
Slættalíd 6 í Havn
Nær vart tú í kirkju ella á møti seinast?
Tá í vit blivu gift í novembur 2008.
Hvat hevði tú gjørt um tú fekst at vita, at heimurin gekk undir um 120 dagar?
Hevði skunda mær at rudda garasjuna.
Hvørji eru heimsins bestu kvinnuligu og mannligu sangarar?
Barbara Streisand og Waylon Jennings.
Hvar hevði tú farið, um tú kundi valt eina ferð?
Assorinnar.
Hvat metir tú vera tína størstu styrki?
Royni at fáa tingini avklaradi.
Tín størsti veikleiki?
B menniskja.
Hevur tú nakra fobi?
Flugur..
nei.. tvætl einki....
Hevur tú nakra last, tú vilt sleppa undan?
Salat...
Hvat fært tú ongantíð stundir til?
At rudda garasjuna.
Hvat gert tú um 10 ár?
Hyggji mær vid Abbabørninum.
Hvønn tónleik spælir tú, tá tú veruliga hugnar tær?
Allar sjangir
Hvat er stuttligasta menniskja, tú hevur upplivað?
Bogi Chief, tá ið hann fortelur músina og Elefantin.
Og hvat er tað keðiligasta?
Havið ikki møtt honum enn, hopi heldur ikki at eg møti honum ella hennið
Hvussu vilt tú liva tína síðstu tíð?
Saman við familiju
Hvussu vilt tú doyggja?
Bara ikki verða brendur, ella hongdur ella gassaður ella druknaður, so er líka mikið.