Fríggjadagur 04-09-10

Gott kvøld.

Vit fóru at sigla til Ìsland í morgun, vit hava 900 tons.
Menn hava verði á dekkinum í dag og rudda og vaska eitt sindur, eisini vóru nakrir meskar farnir í bellinum sum blivu gjørdir aftur.


Mynd: Skiparin svíður havhestaungar

Hósdagur 02-09-10

Gott kvøld.

Vit komu á fiskileið tíðliga í morgun, hava hildi í endanum hjá Finnur Fríði. Nú hava vit troli úti, og Jupiter heldur í.
À veg úr Ìslandi reinsaðu vit teir 170 havhestaungarnar sum vit tóku.

Mynd. Hesir eru klárir at pakka.

Týsdagur 31.08.2010

Hey, vit liggja í Vestmannaoyggjunum og landa, tad¨gongur gott, vit verä lidnir einaferd ¨seinnapartin,
Ì dag er  aftur fødingardagur umbord, Eydun blívur 38 ár í dag, vit ynskja honum tillukku vid degnum, kokkurin hevur Súlu  til døgurda, lavkaka er eisini á skránni,
her hevur verid nógv á skránni meän vit eru inni, hava koyrt biltúr kring oynna, og hugt eftir ymiskum, eisini hava vit tiki havastaungar oa. seinnapartin í dag fara vit so í fødingardag hjá Eydun 

Mynd: Fólsdagsbarni fór kl 6 í morgum so hugagóür  eftir havastaungum

Sunnudagur 29-08-10

Góðan dag.

Vit fóru at sigla til Ìsland seint í gjárskvøldi við 1000 tonsum av makreli.
Okkurt hol var komi á bellin, so tað bleiv gjørt aftur í nátt, so nú er troli  klárt til at koyra út.
Ì nátt var frískur vindur, sær út til at blíva betur út á dagin.

Mynd: Øssur er farin ein túr eftir havhestaungum

Fríggjadagur 27-08-10

Gott kvøld.

Vit komu á felti í dag. Partrola saman við Jupiter. So nú vóna vit at nógvur makrelur er her á leiðini.
Veðrið er gott.
ì gjár fingu vit íslenskar havhestaungar til døgurða, teir smakkaðu sera gott.

Mikudagur 25 august

Hey... vit byrjaðu at landa í Vestmannaoyggjunum gjáramorgnum kl 09.00. vit hava marerast við ymiskt meðan vit hava ligið inni, tóku nakrar meskar aftur á trolinum sum vóru farnir,  har onkur passaði landingina, meðan nakrir gjørdu trolið aftur, Maskinmenninir, mareraðist sum vanligt við ymiskt viðlíkahald , og Guðmundur gøddi okkum upp sum vanligt, seinnapartin var farið eftir havasta ungum, fyrst fóru Øssur og Rúni, og tað bleiv dúliga tikið, so tá í trolið var liðugt kom Eyðun umborð eisini at takað nakrar ungar, tað bleiv tikið eini 35, Rúni royttu allar beinavegin, og seinnapartin var farið at svíða, tá kom Eyðun fram at hjálpa Rúna.
Guðmundur ferð at steikja.
Vit vóru lidnir at landa í morgum, ta var farið beinavegin at gerða tanganar klarar til komandi túr, kl 06.00 í morgun bleiv loyst við kós á feltið aftur, her er av allar fagrasta veðrið.

Mynd: landingar plássi í Vestmannaoyggjunum

P.S. ein nýggj myndamappa er úti í vinstra horni, eitur Vestmannaoyggjarnar.

Mánadagur 23-08-10

Petur og Hallur hava føðingardag í dag.

Petur er umborð, hann fyllur 66 ár, og Hallur er heima, hann fyllur 39 ár.

Manningin á Fagraberg ynskir tykkum báðum hjartaliga tillukku við føðingardegnum.



Mynd: Hallur og Petur

Leygardagur 21-08-10

Góðan morgun.

Vit landaðu til kl 10 í gjár á Kollafirði, so til Fuglafjørð við nøkrum tonsum.
Vit byrjaðu nýggjan túr kl 18 fríggjakvøldi.
 So nú er bara at vóna at vit finna nógvan makrel beinanvegin.



Hósdagur 19-08-10

Gott Kvøld.

Vit byrjaðu at pumpa makrel í land kl 01 í gjáramorgunin. Nú í kvøld er umleið 500 tons komin upp.
Makrelurin er góður, støddin er um 440 gram.
Teir sum hava landingartørn hesuferð eru Eyðun, Hans Pauli, Bogi og Rúni. 
Vit taka tað ógvuliga róligt, royna at sova nógv, og fáa nógvan góðan mat Kokkurin kemur umborð hvønn dag at gera døgurða til okkum.

 

Týsdagur 17-08-10

Góðan dag.

Vit komu norð á felti sunnudagin. partrolaðu fyrst við Jupiter, og so við Tróndi í Gøtu.
Vit fóru at sigla í morgun við 1050 tonsum av makreli. Skullu landa í Kollafirði.

leyðardagur 14.08.10

Eftir at hava trimma lastina sliskur og kassar á dekkinum,so smekkfult av makreli so fáa vit ikki meir enn 2907 tons burtur úr lastini,,man lastin vera minka!...Vit hava landa 3254 tons úr somu last í sama stað.

Fríggjadagur 13-08-10

Gott kvøld.

Vit hálaðu seint í gjárkvøldið, tá var nokk í til at fáa fulla last. Vit komu á Fuglafjørð um døgurðatíð í dag.

Mikudagur 11-08-10

Gott kvøld.

Vit partrola saman við Finnur Fríða.
Ikki so nógv er at gera í dag, so vit hava fingi tíð til at lurta og hyggja eftir fótbólti.
Eisini er onkur sjavsur spældur.
Vit hava fínasta veður her.

Mynd : Finnur Fríði liggur og pumpar.

Mánadagur 09.08.10

Góðan dag.

Vit hava nú troli úti, og partrola saman við Finnur Fríði.
Vit hava gott veður.
Annars er alt við tað sama.

Mynd : Tróndur í Gøtu og Finnur Fríði

Leygardagur 07-08-10

Hey Guðmundur

Hjartaliga tillukku við 45 ára degnum, og stóra tøkk fyri allan tann góða matin vit hava fingi frá tær eisini í dag.
 
                        Manningin á Fagraberg

Mynd: Guðmundur

Fríggjadagur 06-08-10

Gott kvøld.

Vit halda í endanum hjá Tróndi í Gøtu.
Menn hava vaska og ymiskt annað úti á dekkinum.
Eisini er tíð til at spæla onkran sjavs.

Mynd: Tróndur í Gøtu liggur og pumpar.

Mikudagur 04-08-10

Gott kvøld.

À veg úr Peterhead fóru vit inn á Fuglafjørð eftur einum troli.
Torfinn fór í feriu, og umborð komu Petur og Demmus.
Vit komu norð til bátarnar í gjár, halda í endanum hjá Tróndi í Gøtu.


Mánadagur 02-08-10

Góðan dag.

Liðugt var at landa kl 18 í gjár.
Vit loystu beinanvegin, og eru nú áveg norðureftir.
Veðrið er gott.

Fríggjadagur 30-07-10

Gott klvøld.

Vit hava partrola saman við Jupiter hendan túrin.
Fóru at sigla við 800 tonsum av makreli í nátt.
Vóru inni á Fuglafirði við einum troli seinnapartin.
Vit eru nú áveg niður til Peterhead at landa, skullu landa har í morgin.

mikudagur 28-07-10

Gott kvøld.

Komu norð á felti í nátt.
Vit halda í endanum hjá Jupiter.
Menn brúka nakað av tíð til at fylgja við ólavsøkuni í útvarpinum og á netinum.
Vit fáa nógv gott frá kokkinum

Mynd: Veðrið í dag.


Góða Òlavsøku øll somul

Týsdagur 27-07-10

Góðan morgun.

Vit byrjaðu at landa í kollafirði sunnukvøldið, og vanta at liðugt verður at landa áðrenn døgurða.
Vit byrja nýggjan túr beinanvegin tá liðugt er at landa.

Sunnudagur 25-07-10

Góðan dag.

Vit hava gjørt 2 stutt tov saman við Finnur Fríða.
Fóru at sigla inn til Kollafjørð í morgum við 470 tonsum av makreli.
Vantandi vera vit inni einaferð í kvøld.

Mynd: Høgni situr væl í stólinum og tosar í whf

Leygardagur 24-07-10

Góðan dag.

Vit hava hildi í endanum hjá Jupiter.
Nú hava vit troli úti, og Finnur Fríði heldur í endanum.
Tað er eitt sindur skiftandi veður, men gott alíkavæl.


Mynd: Arni tekur ein prøva.

Hósdagur 22-07-10

Gott kvøld.

Vóru lidnir at landa um døgurðatíð í gjár.
Byrjaðu nýggjan túr beinanvegin
Komu norð á fiskileið í nátt, halda nú í endanum hjá Jupiter.


Mynd: Fróði ger línuna klára til kanónina.

Mánadagur 19-07-10

Gott kvøld

Her er alt við tað sama, troli er úti, og Tróndur heldur í endanum. Menn hava verði á dekkinum í dag hála, tað gekk bara fínt
Menn hava vaska og rudda eitt sindur.
Seyðarhøvd vóru til døgurða, og  góðar køkur vóru aftur við kaffi.
Veðrið er gott .
Nú vóna vit so bara at væl er í tá vit fara at hála aftur
.

Leygdagur 17-07-10

Gott kvøld.

Vit hildu í endanum hjá Jupiter til einaferð tíðliga í morgun. Nú hava  vit troli út, og Tróndur í Gøtu heldur í endanum.
Ì morgun var frískur vindur, men nú í kvøld er fínasta veður.

Fríggjadagur 16-07-10

Gott kvøld.

Vit halda í endanum hjá Jupiter.  Tað hevur verði sjask veður, men nú er fínasta slag. Menn hava verði úti á dekkinum í dag og vaska eitt sindur. Eisini hava menn gjørt klárt til at koyra troli út.
Eisini er nakað av tíð farin við at spæla sjavs.

Mynd: Jupiter

Mikudagur 14-07-10

Góðan morgun.

Vit vóru lidnir at landa 700 tons av makreli  kl 19  í gjárkvøldið. Umleið kl 21 loystu vit, og hava sett kós norðureftir. Menn eru nú úti á dekkinum og arbeiða við ymiskt.

Mynd: Vøkur mynd av luftini

Sunnudagur 11-07-10

Góðan dag.

Vit fóru at sigla inn í morgun, vera inni á Kollafirði kl 15. Vit hava gjørt 3 stutt tov saman við Tróndi í Gøtu, vit hava umleið 650 tons.
Eftir vælsmakkandi lambakjøt við øllum tilhoyri frá kokkinum til døgurða, var fari at vaska dúrk, Rannvá og Petra vóru sera raskar at hjálpa til at vaska, kanska skuldu tær bara verði við hvønn túr

Mynd. Tróndur í Gøtu

Leygardagur 10-07-10

Gott kvøld.

Vit byrjaðu at partrola saman við Tróndi í Gøtu í morgun. Menn hava verði á dekkinum og hála 2 ferðir, og tað gekk bara væl.
ì dag hevur deiligt summarveður, sól og nokkso heitt eisini.

Mynd: Rannvá og Petra hava rokast úti á dekkinum í allan dag.

09-07-2010

Hey hey.
Nú vóru vit enduliga aftur umborð á Fagraberg Fóru av Fuglafirði kl 20 í gjárkvøldið. Vit fara royna eftir makreli.  Menn hava verði á dekkinum í allan dag og gjørt klárt til at partrola.
Rannvá, dóttur Bogi,  og Petra dóttur Høgni  eru komnar ein túr við okkum. Vit hava haft orduligt summarveður í dag, so tær hava rokast úti á dekkinum.

Skriv en ny kommentar: (Klik her)

123hjemmeside.dk
Tegn tilbage: 160
OK Sender...

Fagraberg | Svar 04.02.2010 13.36

Se alle kommentarer

| Svar

Nyeste kommentarer

26.08 | 23:56

Hvat man hann peika eftir :)

...
26.08 | 12:14

Her síggja tit út til at hava tað orduliga gott

...
25.08 | 18:52

einastandandi flottar og góðar myndir

...
17.08 | 17:36

Hetta sær man eisini á Føroyska Skipsportalinum, http://www.skipini.com

...
Du kan lide denne side